Høvdingar hittast í Nólsoyarfirði

Eitt sindur av muni er á Smyrli, sum fólk eru von við, og so Herjólfi, sum nú skal røkja suðuroyarsiglingina. Sí fleiri myndir í í sjálvari greinini

Sum vit skrivaðu í áðni hevur herjólfur 3 nú loyst á Skála, og er farin royndartúr. Fyrsti steðgurin var í Havn, har ferjulegan varð roynd og at siggja til passaði rampa á Herjólfi og ferjuskráin í Havn saman sum fótur í hosu. Har liggur hann í løtuni, uppsnollaður og nýmálaður.

 

Ætlanin er eisini at royna ferjuleguna á Krambatanga og gongst sum ætlað, verður Herjólfur settur í rutusigling beinanvegin. Strandferðslan hevur lagt stóran dent á, at sleppa at royna hann í einar tveir dagar, áðrenn Smyril fer í dokk fríggjakvøldið, tí aftan á tá verður Herolfur einsamallur um siglingina.

 

Tá ið herjólfur kom á Havnina í kvøld var tað beint um somu tíð sum Smyril loysti, so teir báðir møttust í Nólsoyarfjørði. Og tað skerst ikki burtur, at tað er ein ávísur munur á skipum. Herjólfur tekur helvtina av tí ferðafólki, sum Smyril tekur, men hann tekur ikki so frægt sum ein triðing teimum bilum, og tí farmi, sum Smyril tekur. Myndirnar av Herjólfi og Smyrli í Nólsoyarfirði, hevur Fróði Mortensen tikið.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

##med12##

 

##med13##

 

##med14##