Høvdu 1,5 milliónir í inntøku í fjør - tilsamans

Kommunurnar fáa 45 prosent og landskassin fær 55 prosent

Tá ið hús, íbúðir, verða langtíðarleigaðar, fellur skatturin til ta kommununa har ognin er. Tað sigur Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum. Ruth Vang, tingkvinna fyri Framsókn, hevur spurt hann, hvørjum kommunum, skatturin av leiguinntøkum, fellur í.

 

Reglurnar í skattalógini kunnu skiljast soleiðis, at tá ið talan er um, at útleigaða ognin er í aðrari kommunu enn har útleigarin býr, eigur skatturin av leiguinntøkum at fella til ta kommununa, har ið leigumálið er. Reglurnar í skattalógini eru tó sera tvørligar at umsita, og tí verða tær ikki altíð brúktar, sigur landsstýrismaðurin. Harafturat er í allar flestu førum talan um sera smáar upphæddir, sum eru skattskyldugar. Botnfrádrátturin í bruttoskattaskipanini ger, at í flestu førum skal talan vera um tvey ella fleiri leigumál, áðrenn inntøkan er skattskyldug.

 

Viðvíkjandi vinnuligari útleigan, har feløg rinda partafelagsskatt av at leiga ognir út ymsastaðni í landinum, eru óivað nøkur dømi um, at reglurnar um skatt til atvinnukommunurnar -har ognirnar eru- verða brúktar. Í teimum førum er eisini neyðugt, at Taks fær upplýsingar frá feløgum um at býta skattin til aðra kommunu enn har felagið er skrásett.

 

Skatturin av húsaleigu verður býttur soleiðis, at avvarðandi kommuna fær 45 prosent og landskassin fær 55 prosent. Tilsamans var skattainntøkan hjá landi og kommunum av húsaleigu, umleið 1,5 milliónir í fjør og

 

Viðvíkjandi húsaleiguskatti, sum ikki er langtíðarleiga, summarhús, og annað, er inntøkan B-inntøka og verður skattað saman við aðrari inntøku og tí ber ikki neyvt til at siga, hvussu stór skattainntøkan av hesum er til land ella til kommunur. Viðvíkjandi stutttíðarleigu, má Taks fáa upplýsingar frá útleigaranum um leigan skal fella til aðra kommunu enn har hann býr.