Í gjár hendi tað nakrar ferðir, at fólk ringdu til løgregluna at boða frá, at tey høvdu illgruna um, at ávísir bilførarar koyrdu fullir.
Løgreglan steðgaði bilførarunum í hvørjum einstøkum føri, men har var einki at finnast at, og teir vóru blanka edrúir.
Løgreglan sigur, at fólk eru røsk at ringja til løgregluna, hava tey illgruna um, at onkur koyrir við kenning.
Og tað fegnast løgreglan um, og tey siga, at tey vilja heldur hava eina fráboðan ov nógva, sum einki hevur upp á seg, enn eina ov lítið, har tað so vísir seg, at ein bilførari koyrir ávirkaður.
Løgreglan sigur, at tað er óneyðugt at minna á, hvussa vandamikil rúsdrekkakoyring er, tí tann, sum koyrir fullur, setir ikki bara seg sjálvan í vanda, men eisini øll tey, hann møtir á leiðini.
Løgreglan sigur, at eitt, sum fær fólk at boða frá rúsdrekkakoyring, er, at tey síggja ein bil koyra óstøðugt eftir vegnum.
Men tey siga, at ofta er orsøkin tann, at bilførarin tosar í telefon, og so er øgiliga skjótt, at tankarnir fara at reika burtur frá koyringini, og so fer bilurin at sløðra eftir vegnum.
Tí minnir løgreglan eisini bilførarar á um, at tá ið teir koyra bil, er best og tryggast, at teir nettupp hugsavna seg um tað at koyra bil , og ikki um alt møguligt annað.
Annars sigur løgreglan, at tað hevur verið avbera friðarligt í nátt. Heldur ikki í sambandi við ársins G! festival, hevur nakað serligt verið at gera. Tveir mans fóru til hendur á tjaldingarplássinum, men teir vórðu skildir sundur, so var tað liðugt.
- Tað er so mangan, at eitt vanligt vikuskiftið í Havn, er ófriðarligari enn hetta G! vikuskiftið, sigur løgreglan.