Nú verður aftur kallað til borgarafund á Tvøroyri um ætlanina hjá Varðanum Pelagic at byggja virkið á havnarlagnum á Tvøroyri, út.
Fundurin verður í Salt klokkan tvey seinnapartin sunnudagin og tað er áhugabólkurin, Livilig kor á Tvøroyri, sum skipar fyri.
Og tey siga, at fundurin er fyri allar suðuroyingar, ikki bara fyri tvørafólk.
Hetta er ein bólkur, sum er ímóti, at Varðin Pelagic sleppur at byggja virkið á havnarlagnum, út.
Tey siga, at á fundinum fara tey at grundgeva fyri, »hví høvuðsstaðurin í Suðuroy, Tvøroyri, ikki skal offrast á ídnaðarliga altarinum«, sum tey málbera seg.
Tey siga, at tað fer at elva til trupulleikar at leggja meiri tungídnað beint í tætt bygdum øki.
Tey óttast fyri, at ætlanin hjá Varðanum Pelagic at útbyggja, verður so órímiliga dýr fyri kommununa, at hóast Varðin Pelagic fíggjar dýru verkætlanina í fyrstu atløgu, má kommunan, ella borgarin á Tvøroyri, gjalda hetta aftur, tí at havnir og vegir eru almenn ogn.
Tey siga, at tey næstu nógvu árini fara tvørafólk sostatt ongan ágóða at fáa av Varðanum.
Tey fara bara at fáa alsamt meira heilsuskaðiligt útlát, lukt, larm og fleiri skipaferðslu, samstundis sum kommunan ikki fer at hava ráð til nakra aðrar størri verkætlan í fleiri ár fram.
Harafturat kemur Varðin at fáa stórar trupulleikar at lúka tey krøv, sum altjóða reglugerðir seta fyri heilsuskaðiligt útlát, lukt og larm í blandaðum íbúðar-/ídnaðarøki.
– Tískil meta vit tað vera óhugsandi, at Varðin áhaldandi sleppur at byggja meira stórídnað millum sethús, siga fyrireikararnir
Tey siga, at á fundinum fara tey at leggja eitt alternativt uppskot fram um eina býarætlan, sum er grundað á meginreglurnar um burðardygga vinnu og burðardygga samfelags- og býarmenning.
Á fundinum fer Sámal Matras, samfelagsfrøðingur, at tosa um samfelags- og býarplanlegging og Nina Alberg Arge, arkitektur frá Landsverk, fer at hava eina framløgu um arkitektur-politikkin hjá landinum.
Kári Thomsen, arkitektur, fer at leggja eitt uppskot fram, sum er grundað meginreglur um burðardygga vinnu og burðardygga samfelags- og býarmenning.
At enda fara tey at almannakunngera úrslitið av eini spurnarkanning, har fólk eru spurd um teirra hugsan.
Og fundirin endar við einum pallborðskjaki, har fólk eisini fáa høvi til at siga sína hugsan, og at seta spurningar.