HOGNI live í TUTL

Í dag, leygardagin, kl 15 fer Høgni Lisberg at framføra síni løg í Tutl handlinum Hetta hevur verið eitt spennandi ár fyri Høgna Lisberg. HOGNI - haré! haré! er seinasta árið givin út í fleiri londum, og hevur móttikið 5 og 6 stjørnur frá ummælarum í øllum londum, sigur TUTL í tíðindaskrivi.

Høgni og bólkurin hava spælt í Frankaríki, Italiu, Sveits, Íslandi og Danmark - umframt heima í Føroyum, har ummælararnir hjá Sosialinum og Dimmu nevndu framførsluna á G! Festivalinum fyri ávikavíst ´ársins´ og ´dagsins´ tónleikaliga hæddarpunkt.

Harafturat hava landsdekkandi átøk verið í USA og, ja løgið nokk, í Ruslandi, og HOGNI var fyrr í ár ´featured artist´ á Billboard.com/videos. 

Næsta sær eisini lovandi út: Seinasta hond er júst løgd á nýtt videolag sum verður leyslatið í 2010, og HOGNI skal debutera í USA á einum av heimsins stórstu tónleikamessum, South by Southwest (SXSW) í Austin, Texas. 

Umframt at haré! haré! væntandi verður útgivin í fleiri londum í byrjanini av 2010, so fer HOGNI væntandi eisini í holt við eina nýggja fløguútgávu í byrjanini av nýggja árinum.

HOGNI er tilnevndur til 3 X Planet Awards í ár, sum Besti Sangari, Besti einstaklingur/bólkur, og Besta lagið (Soul Company).