Holland var omaná tað mesta av dystinum, men Slovakia var um reppi at koppa hollendsku favorittarnir í seinna hálvleiki. Tað var Arjen Robben, sum legði Holland á odda í fyrra hálvleiki, tá Wesley Snejider sendi hann avstað í einum mótálopi. Robben rak framvið tveimum verjuleikarum og smekkaði til og bólturin fór í kassan.
Í seinna hálvleiki høvdu Slovakia tveir risa møguleikar at javna, men báðu ferðirnar bjargaði Maarten Stekelenburg í málinum hjá Hollandi. Í staðin økti Wesley Snejider til 2-0. Við seinasta sparkinum í dystinum minkaði Robert Vittek um munin við brotssparki.
Í kvøld klokkan 19.30 spæla Brasilia og Kili. Vinnarin av tí dystinum fær heiðurin av at møta Hollandi í fjórðingsfinaluni.
Holland ? Slovakia(1-0) 2-1
1-0 Arjen Robben (18)
2-0 Wesley Snejider (84)
2-1 Robert Vittek (90 + 4)