Holland fer í næstum at lata tað fyrsta av 24 F-16 flogførum til Ukraina.
Soleiðis eru boðini frá hollendsku stjórnini.
Røttu loyvini at avhenda stríðsflogførini eru latin, sigur hollendski verjumálaráðharrin, Kajsa Ollongren, í skrivi til tjóðartingið.
Fráboðanin kemur dagin fyri stjórnarskifti í Hollandi eftir valið í fjør.
Ollongren upplýsir ikki akkurát, hvussu nógv F-16 flogfør Ukraina fær í fyrstu syftu - og akkurát nær handanin verður.
Holland hevur verið ein drívmegin aftan fyri altjóða samgonguna, sum hevur tikið seg saman um at lata F-16 flogfør til Ukraina fyri at styrkja loftverjuna móti russisku álopshermonnunum.
Danmark hevur eisini latið Ukraina 19 F-16 flogfør. Áður er greitt, at donsku flogførini verða latin í summar.
Danmark og Holland hava gingið á odda við at útbúgva komandi ukrainsku F-16 flogskipararnar.
Eftir grundútbúgving í Bretlandi byrjaðu fyrstu ukrainsku flogskipararnir at flúgva F-16 flogfør í Danmark í desember 2023. Í dag verða flogskiparar eisini útbúnir í Rumenia.
Danska venjingin fer fram á Flyvestation Skrydstrup í Suðurjútlandi.
Útbúgvingin á danskari jørð verður steðgað við ársenda 2024. Tá hava umleið 20 ukrainskir F-16 flogskiparar verið útbúnir í Danmark.
Avgerðin um at steðga venjingaruppgávuni í Danmark kemst av skiftinum til F-35 stríðsflogfør, sum støðin í Skrydstrup skal brúkast til í framtíðini, hevur verjumálaráðharrin Troels Lund Poulsen (V) greitt frá.
Danmark fer framvegis at stuðla undir útbúgvingina av ukrainskum flogskiparum aðrastaðni.
/ritzau/Reuters