Tí hava tey bjóðað føroyska landsliðsleikaranum til samráðingar síðst í vikuni, skrivar heimasíðan bold.dk.
Tey hava tosað við umboðsmannin hjá Christian Lamhauge Holst, sum sigur, at framrættaði miðvallarleikarin ikki hevur ætlanir um at fara aðrastaðni.
? Nú mugu vit hyggja eftir tí, Silkeborg hevur at bjóða. Tað eru ongin tekin í sól, mána og stjørnum um, at hann ætlar sær avstað og vit høvdu heldur ikki farið á fund við tey, um vit vistu, at hann vildi royna aðrar leiðir, sigur Klaus Granlund, umboðsmaður hjá Christian Lamhauge Holst.
Umboðsmaðurin leggur dent á, at talan bert er um innleiðandi fund.
? Men tað eru vit fegnir um. Høvdu vit einki hoyrt frá felagnum fyrr enn í januar, so hevði eg verið óróligur, sigur hann við bold.dk.
Endar tað við, at samráðingarnar gerast úrslitaleysar, so er tað heldur eingin vanlukka fyri føroyska landsliðsleikaran. ? Vit óttast ikki fyri hesum, og vilja tey ikki leingja avtaluna, so er hann leysur á marknaðinum og tað eru tað nógv feløg, sum virðismeta, nú fíggjarliga støðan í feløgunum er sum hon er. Lat meg bara siga, at eg stúri ikki fyri, at Christian gongur arbeiðsleysur eftir summarsteðgin, sigur Klaus Granlund.
Christian Lamhauge Holst hevur spælt 62 landskappingardystir og gjørt 17 mál fyri Silkeborg, síðani hann skifti frá Lyngby í 2008.