Silkeborg vann 3-0 á HB Køge á heimavølli í Silkeborg. Føroyski landsliðsspælarin, Christian Lamhauge Holst skeyt øll trý málini, og gjørdi harvið eitt reint hattrick.
Fyrsta málið skeyt Christian L. Holst longu tá 4 minuttir vóru farnir. Hini bæði málini fullu í seinna hálvleiki. Føroyski landsliðsspælarin økti til 2-0, tá 52 minuttir vóru farnir, og hann staðfesti sigurin hjá Silkeborg, tá 73 minuttir vóru farnir.