Christian Lamhauge Holst, sum áður hevur spælt á føroyska fótbóltslandsliðnum, hevur longt sín sáttmála við danska felagið Lyngby. Sáttmálin hjá Holst gongur út á nýggjarínum, men nú eru partarnir samdir um, at Holst heldur fram í felagnum fram til endan av 2008. 24 ára gamli Christian Lamhauge Holst hevur spælt 101 dystir fyri Lyngby, og í hesum dystum hevur hann skorað 63 mál.
- Bæði á vøllinum og uttanfyri vøllin er Holst ein týdningarmikil spælari fyri okkum í royndini at sleppa upp aftur í superliguna, sigur stjórin Birger Jørgensen.