Holst og Fremad Amager vunnu á útivølli

Fremad Amager eru nú ósigraðir í fýra dystum

Tað hevur hilnast heilt væl hjá liðnum hjá føroyska landsliðsspælaranum, Christian Lamhauge Holst seinastu fýra dystirnar, har liðið hevur tryggjað sær átta stig við tveimum javnleikum og tveimum sigrum. 

 

Í dag leikti Fremad Amager á útivølli ímóti Svebølle í triðbestu donsku fótbóltsdeildini, og tað eydnaðist Christian Lamhauge Holst og liðfeløgunum at vinna 1-0 við einum máli, sum Johannes Blak Madsen skoraði, tá bert fýra minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini. 

 

Fremad Amager er nú nummar seks í 2. deild Eystur. Teir hava 11 stig upp til oddaliðið, Helsingør.