Holst skoraði í ótrúligum steypadysti

Christian Lamhauge Holst spældi saman við liðfeløgunum hjá Silkeborg dyst í donsku steypakappingini á útivølli í Vejle.

 

Í heilar 88 minuttir gekk av skriðuni hjá Silkeborg. Tá førdi Vejle 2-0 við tveimum málum, sum Erik Marxen skeyt fyri heimaliðið, og øll tekin vóru fyri, at Silkeborg reyk úr donsku steypakappingini, men so hendi knappliga nakað.

 

Tá 88 minuttir vóru farnir gjørdi verjuspælarin hjá Vejle, Godwin Antwi sjálvmál, og so var Silkeborg við í dystinum aftur. Tá so ein minuttir var farin av tíðini dómarin hevði lagt aftrat javnaði Christian Lamhauge Holst, aftaná nógv tilvildarligt spæl í Vejle-brotsteiginum, og Silkeborg fekk harvið tryggjað sær longda leiktíð.

 

Í longdu leiktíðini legði Martin Svensson Silkeborg á odda við einum góðum stútara longu í tí fyrsta minuttinum. Minuttin aftaná stútaði Christian Lamhauge Holst á yvirleggjaran. Rajko Lekic fangaði bóltin, og beindi hann í netið til 4-2 til Silkeborg. Av sonnum eitt minniligt comeback hjá Silkeborg

 

Føroyski landsliðsspælarin spældi allar 120 minuttirnar.