Holst tapti í Viborg

Lyngby spældi í gjár ímóti Viborg í donsku superliguni. Viborg er eitt av liðunum, sum Lyngby skal kappast við um at sleppa undan niðurflyting, og tí kom tapið illa við hjá Lyngby. Viborg legði seg á odda eftir 20 minuttir, men Lyngby javnaði beint fyri hálvleikssteðgin. Tá ið ein tími var spældur, gjørd Viborg sigursmálið. Føroyski landsliðsspælarin Christian Lamhauge Holst spældi við hjá Lyngby allar 90 minuttirnar.