Holst tryggjaði Fremad Amager eitt stig

Skoraði í tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat

Fremad Amager, sum spælir í triðbestu donsku fótbóltsdeildini spældi í dag javnleik 1-1 ímóti Avedøre.

 

Stóra hetjan hjá Fremad Amager gjørdist føroyski landsliðsspælarin, Christian Lamhauge Holst, sum javnaði fyri Fremad Amager í tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat.

 

Fremad Amager er nummar fýra í 2. deild eystur við 46 stigum. Fýra umfør eru eftir at leika í triðbestu donsku deildini, og Fremad Amager er langt frá bæði niðurflytingarstrikuni, og somuleiðis langt frá uppflytingarstrikuni.