Holte stigaleyst

Aftur hesa ferð gjørdist talan um greitt tap, men vónirnar í felagnum eru framvegis góðar

Flogbóltur

Holte hevur ikki havt bestu byrjanina í danska flogbóltsárinum. Higartil hevur liðið fyri at kalla bert hitt tey, sum væntandi teljast millum toppliðini, og hetta sást eisini aftur í úrslitinum, tá Aalborg HIK var mótstøðuliðið um vikuskiftið.
Úrslitið gjørdist ein 3-0 sigur til Aalborg, og snøgt sagt, so hevði Holte ikki stórvegis møguleikar at gera nakað við hetta.
Á heimasíðu felagsins fær Bárður B. Mikkelsen tó rós fyri sítt avrik, og sagt verður, at tað verður spennandi at fylgja við, hvussu nýggja samansetingin á liðnum fer at rigga.
Næsti dysturin hjá Holte verður hóskvøldið í komandi viku, tá Marienlyst í Odense er mótstøðuliðið.