Hon fer ikki at pilka við Fólkakirkjuna

Í dag hava politikarar umrøtt, hvar prestarnir skulu gera og hvvørjar uppgávur fólkakirkjan hava

– Vit hava eina góða skipan og tað fari eg ikki at broyta. Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í mentamálum.

 

Í hesum døgum viðgerð Løgtingið viðger eitt uppskot um at fáa ein dómpróst afturat. Orsøkin er, at dómprósturin hevur ov nógvar umsitingarligar uppgávur, at arbeiðsbyrðan er ov stór.

 

Eitt nú staðfestir Landsstýrið, at Fólkakirkjan er ikki ein partur av fyrisitingini hjá landinum ella kommunum, men Fólkakirkjan røkir fyrisitingarligar uppgávur fyri landsmyndugleikarnar, eitt nú at føra kirkjubókina.

 

Jacob Vestergaard mælir til, at tær umsitingarligu uppgávurnar verða fluttar frá kirkjuni so at prestarnir fáa umstøður til at gera tað, teir í roynd og veru eru ætlaðir at gera, nevniliga at verða sálarhirðar hjá fólki.

 

Les meiri um tað her: Prestar í Føroyum skulu ikki hava so nógv at gera

 

Sólvit E. Nolsø, tingmaður fyri Framsókn, heldur, at hetta eru viðurskifti, sum kundu verið tikin upp til viðgerar fyri at fáa eitt kjak um, hvørjar uppgávur kirkjan skal hava og hvørjar uppgávur landsfyrisitingin skal hava.

 

Hann heldur, at skulu umsitingarligu uppgávurnar takast frá kirkjuni, er hetta í roynd og veru tað sama sum at skilja statin og kirkjuna sundur.

 

Tað hevði eisini verið eitt áhugavert evni at tikið upp, heldur hann.

 

Tað tekur Sirið Stenberg ikki undir við, tí hon heldur, at vit hava eina góða skipan sum er.  Og hon heldur ikki, at vit skulju skilja statin og kirkjuna sundur.

 

Vit hava eina góða skipan, har kirkjan og staturin er samanknýtt og tað verið ikki eg, sum taki fyrsta stigið til at loysa kirkjuna frá statinum, sigur landsstýriskvinnan.