Tað ber væl til at hava nógv at gera, tó at tú ikki hevur eitt fast arbeiðspláss at fara til um dagarnar.
Tað hevur Elin í Haraldsstovu í Havn sett sær fyri at prógva.
Hon er útbúgvin hárfríðkanarkvinna, og hevur arbeitt á hárfríðkanarstovu í Havn, seinastu seks árini.
Elin í Haraldsstovu fekk hugskotið at gerast sjálvstøðug, uttan tó at stovna hárfríðkanarstovu, so sum vanlig er.
Ístaðin fyri at lata viðskiftafólkini koma til sín, gjørdi hon av at fara til viðskiftafólkini - og tað uttan mun til - hvar tey búgva.
Flestu støðini eru atkomilig við bili og báti, men har tað ikki ber til, er tyrlan hent. Við sær hevur hon alla útgerð sum er neyðug til hárviðgerð, og umframt kamb og saks eisini besta tilfar at krúlla, lita og annars aðra tænastu, sum hárfríðkanarstovur annars veita.
Elin í Haraldsstovu hevur verið bæði í Fugloy, Svínoy og í Skúvoy og arbeitt, og tað gekk upp á stás, sigur hon.
- Hví valdi tú at gerast sjálvstøðug - við ongari hárfríðkanarstovu?
- Tað kom av, at eg bráddliga legði til merkis, at eg altíð var til arbeiðis. Um dagin á hárfríðkanarstovuni, men um kvøldið fór eg ofta út til fólk, sum onkusvegna ikki kundu koma til okkara, eitt nú fólk, sum liggja á sjúkrahúsi og aðrastaðni, sigur Elin í Haraldsstovu.
- Eg helt tað eisini vera so keðiligt hjá teimum, tá tey høvdu fingið snøgga hárið, so var liðið so langt út á kvøldið, at tíðin var komin at leggjast.
- Við tað at eg nú havi stundir at fara út, tá tað liggur best fyri hjá viðskiiftafólkunum, og eisini tá tað ber best til í arbeiðsgongdini, har viðskiftafólkini eru, riggar tað betur fyri allar partar, sigur Elin í Haraldsstovu.
Onnur grundgeving fyri at skifta arbeiðshátt var eisini, at børnini hjá Elini og manninum eru vorðin so stór, og at Elin vil hava stundir at vera meira heima hjá teimum. Áður var tað soleiðis, at tað illa bar til hjá henni at gera eina avtalu við børnini, uttan so at hon varð brotin, tí óvæntað arbeiðið oftani forðaði henni í at halda orð.
- Hvat skulu fólk gera, sum vilja hava teg at gera sær hárið?
- Tað er fyri sovítt bert at ringja til mín. Eg kann fara út í privatheim, ella um fólk á smábygdunum taka seg saman og biða meg koma ein ávísan dag, tá tey hava stundir at fara til frisør, sigur Elin í Haraldsstovu.
Hon fer bert út á bygdir, har eingin hárfríðkanarstova er. Vanliga verður ein plakat sett upp í handilinum, har fólk kunnu tekna seg, sum vilja hava hárið gjørt. Elin sigur, at viðskiftafólkini eru børn, ung og tilkomin, bæði kvinnur og menn.
Á bygd verða vanliga bygdarhús, skúlar, men eisini privatheim riggað til at taka ímóti viðskiftafólkunum, men tað eru eisini aðrar forðingar.
- Ofta sita t.d. gomul ella sjúk fólk heima, sum ikki hætta sær at fara út. Tey kunnnu ringja til mín, so fari eg heim til teirra.
Við sær hevur Elin í Haraldsstovu stól og vaskibakka, spegil o.a., sum skal til einhvøjra hárviðgerð.
Er talan um at fara í útoyggjarnar, so verður tað ofta gjørt í vikuskiftinum, og tá kann familjan nýta høvi at fara út at ferðast samstundis. Tað dámar teimum væl.
Elin í Haraldsstovu var 32 ára gomul, tá hon fór í læru. Áðrenn hetta hevði hon arbeitt á ellis- og røktarheimum, bæði í Danmark og í Føroyum, men hevði hug at skifta starvsøki.
Hetta yrki dámar henni væl, men fyri at fáa ávirkan á arbeiðstíð og frítíð, er henda broytingin ein góð loysn, heldur Elin.
- Er tað ikki strævið at arbeiða um allar Føroyar á henda hátt?
- Nei, tað haldi eg ikki. Eg havi roynt hetta, og veit hvat tað inniber, so eg vænti at tað fer at ganga, sigur Elin í Haraldsstovu.
Hon tekur ímóti bíleggingum á telf. 10445 - 86445.