Hoer er stór. Marghøllin í Vági. Nú sæst, hvussu stóra marghøllin fer at broyta bygdamyndina í Vági.
Um mett verður við Pálshøll við 50 metra hylinum, ið er beint við síðuna av nýggju marghøllini, so er líka við, at Pálshøll bliknar og sær lítil út, nú dúkurin er komin á marghøllina.
Í góðveðrinum í dag er takið og síðurnar á marghøllini lagdar, soleiðis at tær nú liggja sum tær skulu.
Farið er eisini ígongd við at festa dúkin við jarn-montering, sum er gjørd til endamálið.
myndir: Suðurrás/D.O