Hon skal gera ein serligan minnisvarða í Fuglafirði

Minnisvarðin skal standa í miðstaðarlundini í Fuglafirði, har lívið verður livað

 

Tað er nú greitt, at tað verður Guðrið Poulsen, sum skal gera minnisvarðan yvir kvinnur sum eru deyðar í barsilssong. Minnismerkið skal reisast í Miðstaðarlundini í Fuglafirði.

Fyrireikararnir vísa á í tíðindaskrivi í dag, at um allan heim eru kvinnur, sum eru deyðar í samband við barnsburð. Hetta er eisini galdandi her hjá okkum í Føroyum, har ferðasambandið heilt til okkara dagar gjørdi tað trupult at fáa bráðneyðuga hjálp, tá ið trupulleikar tóku seg upp í sambandi við barnsburð.

Tað eru tær flestu familjurnar, sum vita at siga frá kvinnum, sum eru deyðar í barsilssong, og hvussu hetta hevur nívt tey í fleiri ættarlið. Í dag eru Føroyar eitt nýmótans samfelag, men søgurnar um tær deyðu kvinnurnar hava verið við til at mynda fólk okkara - og tær eru verdar at minnast, siga fyrireikararnir.

Hugskotið til minnismerkið spratt á allahalgannadegi í 2018, og síðani varð farið undir fyrireikingarnar.

Tíðliga í vár varð uppgávan boðin út, og nú fegnastfyrireikararnir, Anne Mette Greve Klemensen, prestur, Poulina Abrahamsen, ljósmóðir og Brynhild Næs Petersen, mentanararbeiðari um at tað er komið so langt, at tey hava funnið listakvinnuna, sum skal gera minnisvarðan. Gurðið Poulsen er funnin í samstarvi við listafólkasambandið, LISA og Fuglafjarðar kommunu og hon hevur longu gjørt eitt uppskot, sum hon nú skal arbeiða víðari við.

Søgurnar um tær, ið doyðu í barsilssong eru ofta burturtagdar, men við minnismerkinum geva vit teimum eitt jarðfast og sjónligt minni, siga fyrireikararnir.

Um uppskotið til minnisvarðan, sigur listakvinnan: Í byggilistini er súlan eitt berandi element. Uttan berandi súluna detta hæddirnar oman yvir okkum. Uppskotið til minnismerkið yvir kvinnur, sum eru deyðar í barsilssong, er ein súla, sum myndar abstrakta vavið av eini kvinnu.

Súlan stendur beint niður á grassvøllin, sum ein bulur ímillum træbularnar í lundini kring kirkjuna. Standmyndin er ein abstraktión upp ímóti tí hvíta kirkjuskjøldrinum. Tað skal verða skilt á tann hátt, at hon er ein gestaltur ímillum okkum, á jøvnum føti við okkum, uttan sokkul. Súlan er stoypt í bronsu.

Fuglafjarðar Kommuna hevur stuðlað ætlanini við 700.000 krónum og tað er ein triðingur av tí, minnisvarðin fer at kosta.

Minnisvarðin verður settur í Miðstaðarlundini, har tað frammanundan er felagssangur, spæl, gudstænastur, konsertir og annað felagslín allar tíðir av árinum. Og ynskið hjá fyrireikarunum nettupp, at minnismerkið skal vera har sum gerandislívið í býnum verður livað – tað lívið, kvinnurnar, sum doyðu í barsilssong, ikki fingu møguleika at vera partur av, siga tær.

Á myndini eru tað Anne Mette Greve Klemensen, vinstrumegin, Poulina Abrahamsen, ljósmóðir í miðjuni, og Gurðið Poulsen, listakvinna, í Miðstaðarlundini, har minnisvarðin skal standa.