LIST
Í kjallaranum á Listasavni Føroya í viðalundini í Havn arbeiðir ein kvinna við at umvæla pappírsklipp hjá Williami Heinesen. Hesi tørva eina køna hond, tí fleiri teirra eru rættiliga illa farin gjøgnum árini.
Vit eru í óruddiliga kjallaranum í listasavninum, har Tina Johannesen úr Danmark klippir og límar fyri fólk, ið eru so heppin at hava ognað sær pappírsklipp hjá skaldinum undir Varða.
Hon kennir tað sum ein stóran heiður at sleppa at umvæla hesi pappírsklipp.
? William Heinesen er ein av teimum størstu listamonnunum í Føroyum. Tí er tað ein heiður fyri meg at umvæla hansara listaverk, sigur Tina Johannesen, sum fyrr hevur búð í Føroyum, tá hon arbeiddi á Landsskjalasavninum.
William fór undir at gera pappírsklipp á gamalsaldrinum, tá hann var farin um tey sjeyti. Hóast høga aldur sín, gjørdi hann nøkur avbera vøkur pappírsklipp. Tina sigur seg undrast á, hvussu gott handalag hesin gamli maðurin hevði, og hvussu ómetaliga stillhentur, hann hevur verið, tá hann við saksinum hevur sett óteljandi smálutir inn í myndirnar.
Stórur áhugi
Tina Johannesen heldur, at umvælingararbeiðið gongur væl eftir umstøðunum. Hon hevur heldur tronglig arbeiðshøli, men hetta nervar ikki stórvegis.
Hon hevur fingið eini 40 pappírsklipp tilsamans, og tað eru 18 eigarar, ið hava latið Tinu síni klipp hjá Williami. Øll klippini eru ogn hjá privatfólki.
Tina sigur, at áhugin hevur verið stórur, og tað eru nøkur klipp, sum hon helst ikki fær tíð at umvæla, tí tey eru so nógv í tali. Tíðin er avmarkað, og hon hevur bara fingið tveir mánaðir at gera arbeiðið.
Umframt at umvæla klippini, so gevur hon eisini eigarunum góð ráð um, hvussu tey kunnu varðveita klippini við at goyma tey á rættan hátt.
? Tað er sera umráðandi, at klippini ikki hanga í sterkum sólarljósi hvønn dag, ella frammanfyri eini sterkari peru. Hetta ger, at liturin fer rættiliga skjótt. Eisini er tað av stórum týdningi, at klippini hanga í rúmum, har hitin er støðugur, og har luftin ikki er ov slavin, sigur Tina.
Hon sigur, at tað eru so ómetaliga nógv viðurskifti, ið hugsast skulu um, tá talan er um at varðveita slík klipp. William Heinesen nýtti sjáldan tað besta tilfarið, ið var at fáa, men hann tók mangan tað, sum lá við hondina. Hann hevur allarhelst nýtt vanligar límstiftir, tú keypir í bókhandlinum.
? William hevur nýtt heilt vanligt gávupappír, jólapappír og enntá matpappír, sum verður nýtt til matpakkar. Myndirnar eru avbera vakrar, men tær halda ikki serliga leingi, sigur Tina.
Tá tilfarið ikki er fyrsta floks, versna listaverkini, sum árini líða.
Serkøn innan pappír
Nú eru hesi klippini vorðin millum 20 og 30 ára gomul, og teimum tørvar umvæling frá einum serfrøðingi.
Tina Johannesen er útbúgvin pappírskonservator á danska kunstakademinum, har hon valdi pappír sum sergrein. Hon hevur millum annað arbeitt við teimum 800 ára gomlu íslendsku skriftunum.
Í dag arbeiðir hon á Danmarks natur- og lægevidenskabelige bibliotek í Keypmannahavn. Hon hevur ikki roynt at umvæla pappírsklipp á henda hátt fyrr, men hon sigur, at hetta ikki er fremmant fyri hana.
Hon hevur eisini tvey børn við sær í Føroyum, og tey ganga í Sankta Frans skúla, meðan mamman arbeiðir við klippum í listasavninum.
Bárður skipað fyri
Tað er Bárður Jákupsson, ið hevur tikið stig til hesa umvælingina fyri Listasavn Føroya. Og Tina heldur, at hann hevur rós uppiborið fyri hetta stigið.
? Tað er sera umráðandi, at umvælingin fer fram í Føroyum. Um klippini skuldu verið send av landinum, høvdu ikki so nógv fólk ikki latið tey til umvælingar. Her kunnu tey lata tey inn og koma aftur eftir teimum. Á henda hátt kenna tey seg óivað tryggari við at lata mær hesi virðismiklu listaverkini, ið tey eru góð við, sigur Tina.
? Eg samskifti allatíðina við eigararnar um, hvussu umvælingin skal gerast. Um tað er okkurt ivamál, so ringi eg og lati teir taka avgerð um, hvussu arbeiðið skal gerast, sigur Tina, sum leggur stóran dent á at vera trúgv móti teimum upprunaligu verkunum hjá Williami.
Tina hevur verið í Føroyum síðan 1. september, og hennara starvstíð er nærum at enda komin. Hon hevur verið glað fyri henda møguleikan og hevur framt sína uppgávu við stórum nærlagni.
? Hetta hevur verið ein dreymur, sum brádliga gerst veruleiki. Eg kann ikki forða fyri, at listaverkini farast við tíðini, men eg kann forða niðurbrótingini í eina tíð, so tey halda eitt sindur longri, sigur Tina at enda.