Tá Sandra Lindsay møtti til arbeiðis hin 14. desember í 2020, helt hon, at hon kom at standa í einari langari bíðirøð av starvsfólkum á sjúkrahúsinum Northwell í Queens, sum skuldu fáa koppingarevni móti koronu.
Men, tá hon kom inn í salin at fáa sína koppseting við Pfizer, sá hon bæði sjónvarpstól og fólk, sum vóru klár at taka hesa søguligu løtu upp.
Hesa løtu sá hon, at hon nú skuldi gerast fyrsta menniskja í USA, sum fekk koppingarevni móti covid-19.
- Eg kenni meg heiðraðan, at eg soleiðis fái eitt pláss í søguni. Vónandi kann hetta verða við til at gera, at vit aftur kunnu fáa eitt vanligt lív, segði Sandra Lindsay.
Eftir at hon hevði fingið sína koppseting, ynskti heimspressan at gera samrøðu við hana. Unga kvinnan býr uttan fyri New York í lítla býnum, Port Washington.
Í juli mánaða í ár varð Sandra Lindsay boðin á vitjan í Hvítu Húsunum, har forsetin, Joe Biden, helt talu fyri henni.
- Tá farsóttin var upp á tað ringasta, gav Sandra Lindsay alt hon átti fyri, at hennara sjúklingar og starvsfólk kundu kenna seg tryggan, tí hon var hin fyrsta, sum læt seg koppseta.
Joe Biden rósti kvinnuni fyri, at hon alla tíðina hevur talað fyri, at bæði sjúkingar, heilsustarvsfólk og fólk kring um í samfelagnum annars vilja lata seg koppseta.
Sjálv sigur Sandra Lindsay, at tað var ein stór løta fyri hana at vitja í Hvítu Húsunum. Hetta tóktist mest sum óveruligt, tí sjálv er hon úr einari lítlari bygd á Jamaica.
- Knappliga var eg í Hvítu Húsunum og varð heiðrað av sjálvum forsetanum, sigur unga kvinnan, sum brúkar nógva tíð til at sannføra fólk um at lata seg koppseta.
##med2##