Hondbóltsdreingirnir í Týsklandi: Tað snýr seg fyrst og fremst um EM í summar

Les grein úr Ítrottarsosialinum áðrenn gulldreingirnir fóru til Týsklands

Greinin niðanfyri stóð fyrstu ferð at lesa í Ítrottarsosialinum 9. desember.

Síðani tað er ein broyting komin fyri í hópinum. Pauli Jacobsen er skaddur, og verður avloystur av Teiti Mouritsen.

Sí eisini:

Hondbóltsdreingirnir spæla ímóti Hvítarusslandi klokkan 17.20 (stroyming)

Í døgunum 27. 28. og 29. desember skal føroyska U17-landsliðið hjá dreingjum aftur royna seg í altjóða kapping. Sigurin í European Open í summar gav afturljóð í hondbóltsheiminum, og liðið valdi at taka av innbjóðingini til týsku kappingina, Sparkassen Cup.

- Eg haldi vit vórðu bodnir til tríggjar ella fýra altjóða kappingar, sigur Mark Marcher, ið saman við Juliani Johansen er venjari hjá føroysku dreingjunum.

At tað júst gjørdist Sparkassen Cup var, at tann innbjóðingin kom skjótt, og tað tí gjørdist lættari at fyrireika.

- Harafturat er góðskan í hesi kappingini góð, sigur venjarin og greiðir frá, at hetta er ein kapping, sum hevur verið hildin í fleiri ár, og hevur fingið góð skoðsmál.

- At tað verður væl fyriskipað vigar nógv, staðfestir venjarin, sum eisini fegnast um, at fyriskipararnir rinda meginpartin av útreiðslunum hjá føroyska U17-landsliðnum.

Skulu spæla ímóti vaksnamannaliðið

Í bólkaspælinum skulu Føroyar spæla ímóti Niðurlondum, Hvítarusslandi og so einum vaksnamannaliðið, sum umboðar Saarland-landslutin, har kappingin verður spæld.

Í hinum bólkinum eru Týskland, Ísland, Italia og Sveis. Tey tvey ovastu í hvørjum bólki spæla hálvfinalur, meðan hini spæla um plássini frá fimm til átta.

Vónirnar til kappingina eru fyrst og fremst at halda fram við menningini.

- Vit brúka púrasta kappingina sum fyrireiking til EM-kappingina, sum vit skulu spæla í summar, sigur venjarin, sum ikki hevur sæð so nógv til hini liðini.

- Vit sóu Niðurlond spæla í summar, vit spældu sjálvir ímóti Hvítarusslandi, og vit vita einki um Saarland. Men tað hava vit ikki fokus á heldur, sigur venjarin.

- Men vit koma helst at spæla ímóti Hvítarusslandi aftur í EM-kappingini í summar, so teir koma vit at kenna sera væl eftir hetta, leggur Mark Marcher afturat.

##med2##

Skulu menna skjótálopið

Til ta tíð er vónin, at føroysku dreingirnir hava fingið enn fleiri vápn.

- Vit fara serliga at leggja dent á, at menna skjótálopið hjá okkum í hesari kappingini. Tað vantaði eitt sindur í, tá ið vit spældu í Svøríki, og tað vilja vit gjarna hava betri við komandi summar.

Síðani kappingina í summar hava vit bert havt tríggjar venjingar, sigur Mark Marcher og leggur afturat, at úttøkan er grundað á tað, sum venjararnir hava sæð í dystum.

Uttan venjingar er tað eitt sindur trupult hjá okkum at síggja nágreiniliga hvørjir smálutir eru betraðir, men tað fáa vit at síggja í Týsklandi.

Fimm leikarar spæla uttanlands

Tað var merkisvert at so at siga allir leikarar spældu í Danmark, tá ið landsliðið vann European Open. Teir vóru á donskum hondbóltsskúlum, og teir allarflestu komu heim í summar.

Á liðnum hesaferð eru fimm leikarar, sum spæla uttanfyri Føroyar.

- Teir sum eru eftir í Danmark spæla framvegis ungdómshondbólt, men tað er eisini á sera høgum støði, sigur venjarin avgjørdur á málinum.

Fleiri av teimum sum eru komnir aftur hava roynt seg í fremstu føroysku mansdeildini hetta kappingarárið.

- Tað sær sera gott út. Tað er rættiliga tíðliga, at nógvir at teimum eru byrjaðir at spæla í Okkaradeildini, og tað er sera jaligt at teir fáa avbjóðingar á høgum støði.

Tað snýr seg um komandi summar

Spurdur um liðið kennir trýst á sær at endurtaka bragdið frá í summar er Mark Marcher eisini púra avgjørdur.

- Vit kenna einki trýst. Serliga ikki til hesa kappingina, tí tá snýr tað seg bert um at fyrireika okkum til í summar, staðfestir venjarin.

- Men tað er heilt vist, at í summar hava vit ætlanir um at spæla við um fremstu plássini. Tað hava vit eisini víst, at vit megna, leggur venjarin afturat.

Gongur tað væl tá, fer tað eisini at merkja atgongd til endaspølini.

- Tað er eingin loyna, at um tú vinnur kappingina, so spælir tú teg bæði til HM og EM, so vit hava heilt vist okkurt at spæla fyri tá, staðfestir venjarin.

Tvær broytingar

Mark Marcher og Julian Johansen hava gjørt tvær broytingar í hópinum í mun til seinast. Janus Dam Djurhuus og Bryan Slyne verða ikki við hesaferð. Teir verða avloystir av Silasi Vang og Bjarna í Selvindi.

Bjarni í Selvindi hevur fingið nógva tíð á StÍF-liðnum, sum hevur tikið øll á bóli í Okkaradeildini í ár, og tað hevur givið honum landsliðsboð

- Hann fekk nakrar dystir longu í fjør, men hevur veruliga víst seg sterkt fram í ár, og hann skal sjálvandi hava møguleikan, sigur Mark Lausen-Marcher um unga strandingin, sum hevur skotið 23 mál í Okkaradeildini í ár.

##med3##

Gera nógv um seg í Okkaradeildini

Fleiri av teimum 17 ára gomlu bera ábyrgd í vaksnamannahondbólti hetta kappingarárið.

Hjá H71 tykist Pauli Mittún at vera fastur partur av álopinum, og hann hevur eisini skotið 36 mál í Okkaradeildini higartil. Liðfelagin, Elias Ellefsen á Skipagøtu, var valdur til týdningarmesta leikara í European Open-kappingini í summar, men hevur stríðst við skaðar hetta fyrsta árið í vaksnamannahondbólti. Spælskiparin hevur eitt nú ikki spælt tveir teir seinastu dystirnar fyri H71, men venjararnir vænta at hann verður til reiðar at spæla í Týsklandi millum jól og nýggjár. Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur skotið 23 mál í Okkaradeildini. Bakkurin hjá StÍF, Bjarni í Selvindi, hevur eisini skotið 23 mál í Okkaradeildini, og er millum annað fyrsti brotskastsskjútti hjá StÍF.

Beint omanfyri á toppskjúttalistanum í Okkaradeildini liggur Kristoffur Bjørgvin, sum hevur vunnið sær púra fast pláss á vinstra vongi hjá Kyndli. Liðfelagin, Ovi Lützen, tykist eisini at fáa meira og meira ábyrgd á bakkunum hjá hjá Kyndli. Hann hevur skotið fýra mál í ár.

Tað hevur Baldur Gillason eisini fyri H71, meðan Bogi Hansen hevur skotið fimm fyri sama felag.

Fleiri av hinum leikarunum á U17-landsliðnum hava eisini fingið dystir í Okkaradeildini, men hava ikki skotið mál enn.

##med4##

Hesir manna U17-landsliðið í Sparkassen Cup-kappingini millum jól og nýggjár:

Teitur Mouritsen

Málverji

H71

Brandur Silvurstein

Málverji

Skjern

Baldur Gillason

Vinstri vongur

H71

Kristoffur Bjørgvin

Vinstri vongur

Kyndil

Pauli Mittún

Vinstri bakkur

H71

Bjarni í Selvindi

Vinstri bakkur

STÍF

Ovi Lutzen

Vinstri bakkur

Kyndil

Elias Ellefsen á Skipagøtu

Spælskipari

H71

Rói Ellefsen á Skipagøtu

Spælskipari

ISI

Silas Vang

Høgri bakkur

H71

Sveinur Olafsson

Høgri bakkur

H71

Bogi Hansen

Høgri vongur

H71

Hákun West av Teigum

Høgri vongur

Skanderborg

Ragnar Karlsson

Strikuspælari

H71

Viktor Nørlyng Gaini

Strikuspælari

GOG

Sakir Tróndarsson Frýdal

Strikuspælari

H71

Sparkassen Cup, Merzig:

Bólkur 1:

Føroyar

Niðurlond

Hvítarussland

Saarland

Bólkur 2:

Týskland

Ísland

Sveis

Italia