Hondbóltsfeløgini leita eftir venjarum

Í hesum døgum arbeiða fleiri hondbóltsfeløg við at fáa endaligar avtalur í lag við teir persónar, ið skulu venja okkara fremstu hondbóltslið komandi kappingarár

Tað eru ikki nógv feløg, ið enn hava fingið venjaraspurning til komandi kappingarár upp á pláss. Sum vit hava skrivað her í blaðnum áður, so hava føroyameistararnir úr Kyndli gjørt avtalu við gullvenjaraparið, Kári Nielsen og Birgir Hansen, meðan tey flestu av hinum liðunum enn ikki hava fingið avgreitt venjaraspurningin.

Gerster heldur fram
Í Hoyvík er greitt, at danin Henrik Gerster heldur fram sum venjari. Rúni Djurhuus, formaður í H71, sigur, at felagið gjørdi ein tvey ára sáttmála við stóra danan, so har er alt upp á pláss. Spurdur um hvussu tað sær út við fólki, sigur Rúni Djurhuus, at allir leikararnir fara at halda fram í felagnum, og at tað í løtuni eisini verður arbeitt við at fáa styrk aðrastaðnis frá.
Neistin hevði nýligani aðalfund, men har kom einki fram um, hvør ið skal venja lið felagsins komandi ár. Tað er tó okkurt, sum bendir á, at tað kanska verður Andreas F. Hansen, ið kemur at standa á odda fyri monnunum hjá Neistanum. Andreas er í løtuni búsitandi í Fraklandi, men flytur heim aftur á klettarnar í summar. Hann hevur áður verið venjari hjá Neistanum við góðum úrsliti.

Strandingar leita uttanlands
Á Strondum eru teir nær við at hava avgreitt venjaraspurningin. Formaðurin í StÍF, Andrass Danielsen, sigur, at teir arbeiða við einum útlendskum venjara, og tað kemur væntandi upp á pláss ein av fyrstu døgunum. Tað verður tó ikki venjarin í fjør, Marian, ið kemur at halda fram, hóast hann allarhelst verður verandi á Strondum. Andrass Danielsen sigur, at til komandi kappingarár er ætlanin, at venjarin bert skal verða venjari og ikki leikandi venjari. Formaðurin í StÍF sigur, at komandi kappingarár verður liðið ikki styrkt við útlendskum leikarum, tí hann metir, at felagið hevur so mikið gott tilfar sjálvt, at tørvur er ikki á at fara út um landoddarnar eftir leikarum. Andrass Danielsen sigur, at teir leitaðu eisini í Danmark eftir venjara, men tað vísti seg, at donsku venjararnir vóru tvífalt so dýrir sum eystureuropeisku venjararnir.
Í Vestmanna høvdu tey aðalfund mánakvøldið. Fráfarandi formaðurin í VÍF, Jógvan Sigurd Poulsen, letur væl at farna árið, og hann sigur seg verða væl nøgdan, so leingi tað ikki eru reyð tøl á botnlinjuni. VÍF er um at hava avgreitt venjaraspurningin, og Jógvan Sigurd Poulsen sigur, at málið verður allarhelst avgreitt í hesi vikuni. Nýggi venjarin hjá VÍF verður óivað føroyingur, tí tað er ov ósikkurt og dýrt við útlendskum venjara, sigur fráfarandi formaðurin í VÍF.
Okkum eydnaðist ikki at fáa fatur á umboðum fyri KÍF, men hetta venda vit aftur til seinni.