Hondbóltskapping í Vági er ársins átak

Ítróttafagnaður: Faroe Islands Handball Cup hevur fingið heiðurin sum ársins ítróttaátak.

Árligi Ítróttafagnaðurin, sum Ítróttasamband Føroya skipar fyri, er í Mentanarhúsinum í Fuglafirði í kvøld, og har er fyrsta heiðurslønin nú latin.

Hetta var í bólkinum "Ársins ítróttaátak", har tey tilnevndu vóru Fimleikur fyri øll, Skúlafótbóltur og Faroe Islands Handball Cup.

Vinnarin gjørdist Faroe Islands Handball Cup, og Bogi Mortensen tók ímóti heiðurslønini vegna stigtakararnar.

Faroe Islands Handball Cup er ein hondbóltskapping í Vági, har tað í fjør luttóku fleiri enn 50 lið frá flest øllum feløgunum í landinum við tilsamans umleið 500 leikarum og leiðarum.