Hondbóltslandsliðið fer til Luksemburg

Um slakar tríggjar vikur, dagarnar 27. og 28 oktobur, skal føroyska manslandsliðið í hondbólti spæla tveir vinardystir ímóti Luksemburg. Eftir at hesi liðini spældu venjingardystir í fjør í Kollafirði og í Vestmanna, har Luksemburg vann 28-24 og 22-21, fara føroysku hondbóltsmenninir nú á vitjan í Luksemburg. Kári Nielsen, landsliðsvenjari, hevur úttikið hesar leikararnar til teir báðar dystirnar:

 

Bartal Kamban, Neistin

Mikkjal Hansen, Neistin

Ári Dam, H71

Tóraldur Kollsker, H71

Finnur Hansson, Kyndil

Høgni Klein Olsen, Kyndil

Andrias Sólsker, Kyndil

Tony Weyhe, KÍF

Hans Eli Sigurbjørnsson, KÍF

Andrias Nielsen, KÍF

Ási Dam, KÍF

Rúni Joensen, KÍF

Rúni Højgaard, H71

Beinur Davidsen, Neistin

Joen Pauli Høgnesen, VÍF

Andreas Eriksen, VÍF

Jóhan á Plógv, Skanderborg HK

Tróndur Kragesteen, Holte IF

Rókur Akralíð, Holte IF