##med2##
Ingi Olsen, núverandi grønlendskur landsliðsvenjari, ið hevur havt okkurt at gera við so at siga allan hondbólt í Føroyum var serfrøðingur í hondbóltspanelinum saman við Andreasi F. Hansen, núverandi KÍF-venjara og fyrrverandi kvinnulandsliðsvenjara.
Saman við vertinum, Sjúrði H. Hoydal viðgjørdu Ingi Olsen og Andreas F. Hansen hesi evnir:
1) Avrikið hjá kvinnulandsliðnum í EM-undankappingardystunum móti Pólandi og serliga Rumenia á heimavølli.
2) Minnir um Europa Cup, og uppgávan hjá H71 í Challenge Cup móti RK Maribor úr Slovenia næsta vikuskiftið, dagarnar 11. og 13. oktober í Hoyvíkshøllini.
3) Ingi og Andreas mettu eisini um komandi umfar í SMS-deildini og í Okkaradeildini:
(SMS-deildin)
05OKT | HØLLIN Í VÁGI 15:00 | VB | - | H71 | ||
06OKT | HØLLIN Í VESTMANNA 14:00 | VÍF | - | NEISTIN | ||
06OKT | KÍ-HØLLIN 15:00 | STJØRNAN | - | KYNDIL |
(Okkaradeildin)
06OKT | HØLLIN Í VESTMANNA 16:00 | VÍF | - | NEISTIN | ||
06OKT | ÍTRÓTTARHØLLIN Í KOLLAFIRÐI 16:00 | KÍF | - | H71 | ||
06OKT | KLAKSVÍKAR BADMINTONHØLL 17:00 | TEAM KLAKSVÍK | - | KYNDIL |