Tólv útispælarar og tveir málverjar eru tiknir út til hondbóltslandsdystin ímóti Ruslandi hóskvøldið 11. juni, klokkan 19:30.
Málverjar: Levi Nybo, H71 og Ári Egason Dam, Neistin.
Útispælarar: Tróndur Kragesteen, Birgir Poulsen og Karl Herup Olsen, Neistin. Janus Sørensen, Esbern Patursson, Dánjal Torgarð og Gunnar Bláberg, H71. Sámal Joensen og Rúni Joensen, VÍF. Hans Áki Dal-Christiansen og Bárður Johannesen, Kyndil. Niklas Reginsson, KÍF.
Dávid ímóti Goliath, ella vit kunnu siga Janus Sørensen og Tróndur Kragesteen ímóti Alexey Rastvortsev og Alexey Kamanin.
Báðir teir føroysku spælararnir eru 3,55 metrar til longdar og viga 300 pund. Teir báðir russisku eru fýra metrar tilsamans, og viga 464 pund. Kortini tekur russiski venjarin uppgávuna í ramasta álvara, tí Nikolay Chigarev hevur nærum allar sínar sterkastu spælarar við á ferðini.
Kamanin og Rastvortsev spæla á hvør sínum bakki og eru skjúttar. Men ikki allir eru stórir og sterkir, russiska liðið hevur eisini fleiri fótfimar bóltsnidlingar. Nevnast kunnu vengurnir báðir Timur Dibirov vinstrumegin, sum eisini er ein framúr góður verjuspælari, og Dmitry Kovalev á høgra vongi. Høgri bakkur Konstantin Igropulo og strikuspælarin Mikhail Chipurin eru somuleiðis góðir hondbóltsspælarar. Og Oleg Grams er ein sera sterkur aftasti skansi hjá russiska liðnum.
Russar hava tvey heimsmeistaraheitið og eitt evropameistaraheitið í skjáttuni. Teir eru eisini fremst í EM-undanbólki 2 við 10 stigum. So hóskvøldið ber til at síggja hondbólt á høgum stigi í Føroyum.
Dysturin millum Føroyar og Rusland í høllini á Hálsi í Havn byrjar klokkan hálvgum átta.