Danska manslandsliðið fekk í dag ein hvøkk, tá vinstrivongurin Emil Jakobsen varð staðfestur positivur við koronuvirus.
Tað er tó ov tíðliga at fara í neyðstøðu, heldur Morten Henriksen, ítróttarstjóri í danska honbóltssambandinum.
Eftir øllum at døma er hann staðfestur positivur, tí at hann fyri einum mánaði síðani hevði koronuvirus.
– Besta boðið hjá okkum er, at hann er staðfestur positivur, tí hann hevur verið smittaður áður.
– Vit halda ikki, at nøkur orsøk er at fara í neyðstøðu enn. Alt liðið er kannað, og vit fáa svar í kvøld. Vit rokna við, at allir eru negativir, og at vit uttan nakað kunnu spæla dystin, sigur Morten Henriksen.
– Um nakar er positivur, so hava vit eina nýggja støðu, sigur hann.
So tann veruleiki, at Emil Jakobsen áður hevur havt koronuvirus, kann vera orsøkin til nýggju positivu royndina?
– Tað halda vit, men eg kann hvørki vátta ella avsanna, at so er, sigur Morten Henriksen.
Ítróttarstjórin greiðir frá, at Emil Jakobsen loypandi er kannaður, og tá hava svarinum verið negativ.
Tað er tó greitt, at GOG-spælarin ikki sleppur við til dystin ímóti Bahrain.
Morten Olsen, sum býr á kamari saman við Emil Jakobsen, er eisini farin í sóttarhald.
– Teir eru nú á hvør sínum kamari.
– Allir spælarar eru nú kannaðir. Tað tekur eina løtu at fáa svarini, men vit skuldu fingið tey fyri dystin í kvøld, sigur Morten Henriksen.
DHF hevur fleiri ferði kært um, at handfaringin av viðurskiftunum í sambandi við koronuvirus ikki hevur verið nóg góð.
– Eg hevði roknað við, at eg skuldi sitið á balkongini og slappa eitt sindur av, men tað sleppi eg ikki, sigur hann.
Morten Henriksen greiðir frá, at altjóða hondbóltssambandið IHF hevur tikið atfinningarnar til eftirtektar.
Danmark er ikki einasta liðið, sum stríðist við koronu-mál. Kap Verde, sum í dag skal møta Unganr, hevur fýra mans, sum eru staðfestir positivir. Morten Henriksen er tó nøkulunda tryggur við støðuna.
– Byrjaðin upp á HM er tað mest váðafulla skeiðið ímun til, um boblan heldur.
– Á okkara hotellið er alt fangað á flogvøllinum, so eingin er komin inn í bobluna. Mær vitandi er Emil Jakobsen fyrsta dømi á okkara hotelli.
– Vit hava tó fokus á, hvussu tætt vit eru saman, og tíbetur hevur IHF seinastu dagarnir tikið yvir. Nú verður kannað hvønn dag, og vit kunnu skjótt spora positiv smittudømi. Vit halda okkum isoleraðar frá hvørjum øðrum, so vandin er so lítil, sum til ber, sigur hann.
– Soleiðis sum eg eri kunnaður, so skuldi eingin vandi verið fyri smittu, so leingi vit eru negativir, sigur ítróttarstjórin.
/ritzau/