Tískil hevur VB mist sambandið við oddin fyribils. Vágskvinnur eru nummar fýra við sjey stigum, sum eru fimm færri enn oddaliðið Stjørnan, og eitt stig fleiri enn Kyndil, sum er nummar fimm.
Gestirnir úr Havn vunnu sær trygga leiðslu í fyrra hálvleiki, og hóast heimaliðið royndi at hótta aftaná hvíldina, so var sigurin ongantíð í vanda.
Gintare Lydekaite, VB, var toppskjútti níggju málum.
Randi Wardum var toppskjútti hjá Kyndli við fimm málum.
VÍF vann 25-16 á botnliðnum StÍF í Vestmanna.
STIGATALVAN:
1. Stjørnan ? 12 stig *
2. Neistin ? 9 stig *
3. Tjaldur ? 7 stig *
4. VB ? 7 stig
5. Kyndil ? 6 stig
6. VÍF ? 4 stig
7. StÍF ? 1 stig
* Stjørnan, Neistin og Tjaldrið hava spælt seks dystir, og hini liðini hava spælt sjey dystir.