Tjaldur var á odda 16-15 í hálvleikinum.
Tískil buldra Trygvi Mortensen og Tjaldur víðari. Kvinnurnar úr Runavík hava vunnið níggju landskappingardystir upp í slag. Tjaldur er nú fremst í SunSet-deildini.
Simona Petersen, Tjaldur, var toppskjútti við 10 málum.
Stjørnan vann 25-19 á Kyndli í Havn. Anja Heinadóttir, Kyndil, var toppskjútti við seks málum.
VB vann fyri aðru ferð upp í slag, tá vágskvinnur vunnu á VÍF í Vestmanna. Úrslitið var 26-22 til VB.
Úrslitini í dag:
Tjaldur ? Neistin 29-28 (16-15)
Stjørnan ? Kyndil 25-19 (5-13)
VÍF ? VB 22-26 (11-16)
Stigatalvan:
1. Tjaldur ? 15 dystir, 25 stig
2. Stjørnan ? 15 dystir, 24 stig
3. Neistin ? 16 dystir, 24 stig
4. VB ? 15 dystir, 15 stig
5. Kyndil ? 16 dystir, 13 stig
6. VÍF ? 16 dystir, 6 stig
7. StÍF ? 15 dystir, 1 stig