Hondbóltur, kvinnur: Stjørnan gjørdi bart eftir hvíldina

Uppflytararnir úr Kyndli tryggjaðu sær seinnapartin fyrstu stigini í hesum kappingarárinum. Á heimavøllinum í Vestmanna hevði VÍF trupult við at verja fyri gestunum, sum vunnu uppiborið 30-19. Støðan í hálvleikinum var 14-10 til Kyndil.

Agnas Olsen var toppskjútti hjá VÍF við sjey málum. Anja Heinadóttir og Heidi Maria Akselsen skutu somuleiðis sjey mál og vóru toppskjúttar hjá Kyndli.

 

Úrslitini um vikuskiftið:

 

VB - Stjørnan 21-34 (12-10)

VÍF - Kyndil 19-30 (10-14)