Hondbóltur, kvinnur: Stjørnan vann oddabrakið

Sigurin hevur við sær, at verandi føroyameistararnir eru farnar frá hinum. Tær eru fremstar við 10 stigum, trý stig fleiri enn nærmasti kappingarneytin.

 

Neistin greiddi sína skyldu í dystinum um høvuðsstaðin. Neistin vann 20-18 móti Kyndli, sum er uppflytari. Barbara Brauer, Neistin, var toppskjútti við 10 málum.

 

VB vann 30-23 á StÍF í Vági í gjár.

 

Úrslitini um vikuskiftið:

Neistin ? Kyndil 20-18

Stjørnan ? Tjaldur 27-23

VB ? StÍF 30-23

 

Stigatalvan:

 

1. Stjørnan, 10 stig (5 dystir)

2. Neistin, 7 stig (5 dystir)

3. VB, 7 stig (6 dystir)

4. Tjaldur, 6 stig (4 dystir)

5. Kyndil, 2 stig (4 dystir)

6. VÍF, 2 stig (6 dystir)

7. StÍF, 0 stig (4 dystir)