Tjaldur vann á oddaliðnum í dag. Kvinnurnar úr Runavík, sum hava vunnið seinastu fimm landskappingardystirnar, vunnu 28-24 á Stjørnuni á heimavølli.
Úrslitið hevur við sær, at eitt stig skilir ovastu liðini.
Neistin vann 29-21 á Kyndli í høllini á Hálsi. Neistin fór frá grannunum so líðandi og vann uppiborið.
Barbara Brauer, Neistin, var toppskjútti við 10 málum.
VB vann 18-10 á StÍF í gjár.
STIGATALVAN:
1. Stjørnan ? 20 stig
2. Tjaldur ? 19 stig
3. Neistin ? 19 stig
4. VB ? 11 stig
5. Kyndil ? 10 stig
6. VÍF ? 4 stig
7. StÍF ? 1 stig
Øll liðini hava spælt 12 dystir.