VB fekk leiðsluna beinanvegin, og Kyndil rann aftaná. Tað var miðskeiðis í seinna hálvleiki, at tað skrædnaði av álvara millum liðini, og so var spurningurin bara, hvussu stórur sigurin skuldi vera.
Jórun Ludvig, Kyndil, var toppskjútti við sjey málum. Gintave Lydekaite skeyt flest mál fyri VB. Hon fekk seks mál.
Dysturin millum Stjørnuna og Tjaldur byrjar klokkan 19.00.
Stigatalvan, SunSet-deildin:
1. Tjaldur ? 15 dystir, 25 stig
2. Stjørnan ? 15 dystir, 24 stig
3. Neistin ? 16 dystir, 24 stig
4. VB ? 16 dystir, 17 stig
5. Kyndil ? 17 dystir, 13 stig
6. VÍF ? 16 dystir, 6 stig
7. StIF ? 15 dystir, 1 stig