Hondbóltur, kvinnur: Venjaraskiftið riggaði í Runavík

Leiðslan í Tjaldrið sendi Bogdan Burcea til hús fyri 10 døgum síðan. Trygvi Mortensen, sum loysti rumenan av, var fyri fyrstu ferð á síðulinjuni í dag.

 

Hóast Neistin stríddust væl og hótti leiðsluna, sum heimaliðið vann sær tíðliga, so hevði Tjaldrið tamarhald á dystinum. Sigurin var uppiborin.

 

Stjørnan, sum tapti móti Neistanum týskvøldið, reisti seg aftur í dag. Greipuvinnararnir úr Klaksvík vunnu 34-28 á VB í Klaksvík.

 

Í høllini á Hálsi vann Kyndil greitt og uppiborið á kvinnunum úr Vestmanna. VÍF var við fyrstu løtuna, men skjótt rann heimaliðið undan. Endaliga úrslitið var 27-18.

 

Úrslitini í dag:

Tjaldur ? Neistin 32-25

Stjørnan ? VB 34-28

Kyndil ? VÍF 27-18

 

Stigatalvan:

 

1. Stjørnan ? 14 stig

2. Neistin ? 11 stig

3. Tjaldur ? 9 stig *

4. Kyndil ? 8 stig

5. VB ? 7 stig

6. VÍF ? 4 stig

7. StÍF ? 1 stig *

 

* Tjaldrið og StÍF hava spælt sjey dystir. Hini liðini hava spælt átta dystir.