Hondbóltur, menn: Avgreiðsluspurningur

Tað var ein avgreiðsluspurningur, tá H71 vitjaði í Klaksvík í kvøld. Úrslitið var 39-30. Gestirnir vóru á odda 17-10 í steðginum.

 

Fleiri av yngru hoyvíkingunum fingu møguleikan í kvøld, og serliga stóð Sigmundur Dahl seg væl. Hann skeyt fleiri mál eftir steðgin.

 

Ári Jógvansson Olsen varð útvístur tríggjar ferðir og fekk reytt kort, tá tveir minuttir restaðu í.

 

H71 hevur nú 14 stig, sum er trý færri enn Kyndil á triðja plássi. Kyndil hevur spælt ein dyst meira.

 

Tveir dystir eru sunnudagin. Tá spæla Neistin og StÍF í Havn, og KÍF og Kyndil hittast í Kollafirði.

 

Stigatalvan, Atlantic Airways-deildin:

 

1. Neistin ? 16 dystir, 31 stig

2. KÍF ? 15 dystir, 21 stig

3. Kyndil ? 16 dystir, 17 stig

4. VÍF ? 16 dystir, 16 stig

5. H71 ? 15 dystir, 14 stig

6. StÍF ? 15 dystir, 9 stig

7. Team Klaksvík ? 15 dystir, 0 stig