Hondbóltur, menn: H71 nærkast oddanum

Úrslitið var 25-32. Hálvleiksstøðan var 13-13.

 

Nógv mál komu í fyrra hálvleiki. Verjurnar vóru stundum illa skipaðar, tí álopsspælið var ikki beinleiðis hugflogsríkt.

 

Tað var lítið veiggj í VÍF aftaná hvíldina. Fyrstu minuttirnar skutu gestirnir úr Hoyvík eina rúgvu av málum, og einki riggaði hjá vestmenningunum.

 

Petur Mittún er hjálparavenjari hjá H71. Hann er fegin um, at hoyvíkingar vístu styrki, hóast Bogdan Florea, sum hevur staðið seg væl í ár, ikki var við vegna leikbann.

 

- Vit hava fleiri evnaríkar og ungar spælarar. Vit vita framvegis ikki, hvussu gott liðið er, men vit stríðast, og tað er eitt gott grundarlag, sigur Petur Mittún. Hann leggur afturat, at Bogi Krossteig loysti Bogdan Florea sera væl av.

 

Jákup Suni Andreasen, VÍF, heldur, at vestmenningar eru betri enn stigatalvan vísir.

 

- Vit hava meira í okkum. Vit hava bara ikki víst tað enn, sigur hann.

 

VÍF er nummar seks við trimum stigum. H71 er nummar trý við átta stigum ? trý stig aftan fyri Neistan.

 

Joen Pauli Høgnesen, VÍF. var toppskjútti við níggju málum.

 

Dánjal Tórgarð skeyt flest mál fyri H71. Hann fekk átta mál.

 

VÍF ? H71 25 ? 32 (13-13)

Dómarar: Dánjal Samuelsen og Heri Petersen

10 min.: 3-5

20 min.: 10-8

40 min.: 18-21

50 min.: 20-29

VÍF: Joen Pauli Høgnesen 9, Áki G. Olsen 5, Magnus á Rógvi 3, Bjarti Hansen 2, Niels Andreasen 2.

H71: Dánjal Tórgarð 8, Poul Kjartan Dam 5, Bogi Krossteig 5, Rógvi Sørensen 4, Esbern Patursson 3, Ári J. Olsen 2, Tróndur Vatnhamar 2, Hans Kári Hansen 1, Sigmund Dahl 1.