Hondbóltur, menn: KÍF bukaði botnliðið

KÍF vann stórsigur á Team Klaksvík í kvøld. Tað vóru 18 mál, sum skilti liðini tá avtornaði.

Kollfirðingar vunnu 39-21.

 

Gestirnir úr Kollafirði stevndu móti sigrinum frá fyrsta bríksli, og uppgávan hjá Team Klaksvík var at avmarka tapið.

 

Tveir dystir eru á skránni sunnudagin. Tá spæla StÍF og Kyndil í ítróttarhøllini á Skála, og Neistin og VÍF hittast í høllini á Hálsi. Báðir dystirnir byrja klokkan 16.00.

 

Stigatalvan:

 

1. Neistin ? 37 stig

2. KÍF ? 26 stig *

3. VÍF ? 21 stig

4. Kyndil ? 19 stig

5. H71 ? 18 stig

6. StÍF ? 11 stig

7. Team Klaksvík ? 2 stig

 

KÍF hevur spælt 20 landskappingardystir. Hini liðini hava spælt 19 dystir.