Hondbóltur: Montpellier vann Champions League

Við 32-26 sigri á Nantes vann Montpellier Champions League í manshondbólti

Søguríka hondbóltsfelagið, Montpellier, er Champions League meistari í manshondbólti 2018.

Hetta gjørdist greitt eftir at liðið basti landsmonnunum úr Nantes við sannførandi úrslitinum 32-26.

 

Montpellier hevði hug at vera á odda allan dystin, serliga við hjálp av landsliðsmálverjanum, Vincent Gerard, ið stóð sera væl.

 

Nantesleikararnir góvust tó ikki, og stutt inni í seinna hálvleiki gjørdist dysturin javnur aftur. Nantesliðið var tó skert av at ungi spælskiparin, Romain Lagarde, fekk skaða móti endanum av fyrra hálvleiki. Tað eydnaðist tó Nantes at fylgja við Montpellier fram til sjey minuttir fyri leiklok. Tá gjørdi Nantes nøkur mistøk, ið alt fyri eitt vórðu revsað av Montpellier, og seinastu minuttirnar var talan um skrædl, so at úrslitið av finaluni gjørdist 32-26.

 

Sostatt reisti Montpellier liðið seg, eftir at tað herfyri óvæntað misti franska meistaraheitið. Hetta var eitt stórt vónbrot fyri Montpellier, ið leingi tøktist at skula taka meistaraheitið frá heimsins ríkasta felagið, Paris SG. Men nú kunnu Montpellierleikararnir fegnast um ein óvæntaðan Champions League sigur, har teir hava bast einum favoritti fyri og øðrum eftir. Sostatt er Montpellier framvegis einasta franska liðið, ið hevur vunnið fremstu evropeisku kappingina. Montpellier vann nevnliga eisini kappingina í 2003, sum fyrsta franska felagið.

 

Paris Saint-Germain vann bronsuna, við at vinna 29-28 á RK Vardar. Sostatt vóru trý tey ovastu feløgini í ársins Champions League kapping úr Fraklandi, og ein tjúkk strika varð sett undir at Frakland er fremsta tjóðin í manshondbólti.