Hondbóltur
Í kvøld, mikukvøldið, verða tveir hondbóltsdystir leiktir í Ítróttahøllini á Skála.
Upprunaliga skuldu teir báðir dystirnir millum StÍF og Neistan verði leiktir týskvøldið, men orsakað av fólkatingsvalinum varð hetta broytt.
Tykist spennandi
Hjá kvinnunum er einki at ivast í, at Neistin er greiður favorittur, tá tær fara á vøllin. Høvuðsstaðarliðið hevur aftur í ár víst, at tær vilja vera við í stríðnum um heiðursmerki, og hóast StÍF tykist vera um at koma fyri seg, so skuldi styrkin hjá Neistanum verið ov stór til uppflytararnar.
Hjá monnunum tykist spenningurin undan dystinum at vera væl størri. Tá liðini hittust í Havn til fyrsta dystin á árinum, eydnaðist Neistanum at vinna við einum máli.
Síðani tá eru tó onkrar broytingar farnar fram á báðum liðum. Strandingar eru nú lidnir at hugsa um fótbólt, og kunnu tí leggja meira í hondbóltsvenjingina, og helst fer hetta eisini at geva úrslit á vøllinum.
Hjá Neistanum hava teir síðaini fyrsta dystin fingið tilgongd av John Petersen, og hetta verður soleiðis fyrsta ferðin, at hann skal royna seg móti fyrrverandi liðfeløgunum.
Hóast hetta er ein styrkur hjá Neistanum, so telur tað øvugta vegin, at Heini Joensen ikki er tøkur mikuvøldið. Hann fekk reyða kortið í seinasta dystinum hjá Neistanum, og er tískil leikbannaður hesaferð.