Hondbólturin í Runavík hevur tikið loysing...

Hondbóltur: Í hesum døgum, har so nógv verður tosað um fullveldi, er tað kanska ikki av leið at siga, at hondbólturin í Runavík nú hevur tikið loysing. Hóskvøldið var stovnandi aðalfundur av nýggja hondbóltsfelagnum Tjaldur, sum er heilt leyst av NSÍ, og sum spælir sínar fyrstu dystir longu í dag

Herfyri frættist úr Runavík, at NSÍ hevði tikið avleiðingarnar av tvørrandi undirtøkuni fyri hondbóltinum á staðnum og hevði tikið øll liðini, bæði í ungdóms- og vaksnamannadeildini, úr kappingunum. Hetta kom sum ein skelkur fyri mong, tí tað ljóðaði løgið, at eitt so stórt pláss sum Runavíkin ikki kundi fáa eina hondbóltsdeild upp at koyra.

Hetta stigið var eisini gjørt fyri at fáa fólk á staðnum at rakna við, og tað sær út til, at tað hevur hjálpt. Hóskvøldið var stovnandi aðalfundur av hondbóltsfelagnum Tjaldur, og eini 25-30 fólk møttu upp á fundinum. Annika Gregersen, sum er ein av stigtakarunum til nýggja felagið og eisini situr í nevndini, sigur, at tað tyktist, sum um áhugin var til staðar, og at undirtøka er fyri felagnum, sum einki hevur við NSÍ at gera, men er fullkomiliga sjálvstøðugt.

? Gongdin seinastu tvey árini hevur víst okkum, at tað var frægast fyri báðar partar at fara sundur, sigur Annika Gregersen um »hjúnaskilnaðin«.

? Fótbólturin fer avstað við meir og meir, og nú NSÍ er farið at arbeiða við at geva fótbóltsspælarunum sáttmálar og lønir, sóu vit, at hondbólturin í felagnum fór at fáa tað trupult fíggjarliga, sigur hon.

Hon ivast ikki í, at tað at allur hondbólturin hjá NSÍ herfyri varð niðurlagdur, hevur hjálpt. Tað var sum um fólk tá sóu álvaran í tí, og síðani tá hevur tað víst seg, at tað er rættiliga stórur áhugi fyri hondbólti í Runavíkar kommunu, ikki minst millum tey yngru.

? Vit hava tvey lið við í dreingir 12 ár, tvey í dreingir 14 ár og eitt í dreingir 16 ár. Vit hava ikki meldað nakað lið til landskappingina hjá dreingir 10 ár, men ætla okkum at vera við í steypakappingini hjá teimum, sigur Annika Gregersen.

Enn hevur Tjaldur eingi gentulið, men ætlanin er at arbeiða eina gentudeild upp eisini. Í kvinnudeildini hevur NSÍ lagt saman við GÍ og hevur lið í 1. deild, 2. deild, 3. deild og kvinnuunglingum.


Lættari at reka fíggjarliga

Tjaldur hevur sum sagt einki við NSÍ at gera, og Annika Gregersen ? sum sjálv spælir við 1. deild hja GÍ/NSÍ ? roknar við, at tað nú verður hugaligari at arbeiða við hondbóltinum í Runavík.

? Vit kunnu nú skipa fyri tiltøkum og vita, at peningurin fer til hondbóltin. Tá NSÍ skipaði fyri ymsum, fór meginparturin av inntøkunum til fótbóltin, men nú rokni eg við, at tað verður lættari at reka hondbóltin reint fíggjarliga, sigur Annika.

Onkur heldur tað kanska vera óneyðugt at stovna eitt felag bert til hondbóltin, men hetta er í roynd og veru rættiliga vanligt í Føroyum. Vit kunnu nevna Kyndil, Neistan, H71, VÍF, StÍF, Stjørnuna og Søljuna. Í løtuni eru tað bert VB og GÍ/NSÍ í 1. deild hjá monnum og kvinnum, har felagið hevur bæði hondbólt og fótbólt. So í so máta er einki forgjørt í, at Tjaldur nú er komið upp at standa.

Felagið byrjar longu í dag við fleiri dystum í ungdómsdeildunum. Í morgin skal 1. manslið so í eldin. Tað verður á heimavølli móti H71. Tað er Jens Martin Knudsen, sum var millum okkara frægastu hondbóltsspælarar fyri nøkrum árum síðani, men sum í seinastuni hevur satsað mest upp á fótbóltin, sum skal taka sær av liðnum.

Síðani kappingin byrjaði, hevur NSÍ/Tjaldrið mist tveir dystir móti ávikavist Neistanum á útivølli og Kyndli á heimavølli. Nær hesir dystirnir verða spældir, er ikki avgjørt, men dysturin í Havn móti Neistanum kann í øllum førum gerast ein trupulleiki, eftirsum ítróttarhøllin í Havn er sera nógv upptikin.