Í kvøld verður frumdysturin hjá føroyska manslandsliðnum í hondbólti í høllini við Tjarnir í Hoyvík.
Klokkan 19 spæla okkara EM-undankappingardyst móti Niðurlondum í bólki 6. Niðurlond hava trý stig og Føroyar hava tvey stig aftaná tvey tey fyrstu umførini.
Staðfestast skal tó, at tað hevur gingið framúr væl hjá okkara monnum á gamla heimavøllinum í høllini á Hálsi tey seinastu árini.
Føroyar vunnu seks teir seinastu dystirnar í høllini á Hálsi.
Seinast okkara taptu í einum dysti á heimavølli var í einum teprum 28-30 (14-14) ósigri fyri Eysturríki 16. oktober í 2022.
Seinastu seks dystirnir í høllini á Hálsi:
8. mars 2023: FØROYAR-Rumenia 28-26 (15-9)
26. apríl 2023: FØROYAR-Ukraina 33-26 (17-12)
5. januar 2024: FØROYAR-Belgia 41-31 (19-16)
6. januar 2024: FØROYAR-Belgia 34-29 (15-16)
8. mai 2024: FØROYAR-Norðurmakedonia 34-27 (18-14)
6. november 2024: FØROYAR-Kosovo 32-21 (13-9)
Við 3.000 fólkum í rygginum eigur tað tó ikki ganga verri. Tað er okkara vón í kvøld.