Hondbóltur: Frankaríki er OL gullvinnari

Finalan millum Danmark og Frankaríki endaði 25-23

 

Donsku hondbóltsmenninir kunnu ikki longur kalla seg verjandi OL vinnarar.

 

Tí royndin miseydnaðist at verja heitið úr Rio í 2016, tá Frankaríki vann dagsins OL-finalu 25-23.

 

Harvið fekk Frankaríki hevnd fyri somu finalu í Rio í 2016, sum Danmark vann 28-26.

 

Í dagsins deja-vu av eini finalu var Frankaríki ávegis ímóti stórsigri, men manningin hjá Nikolaj Jacobsen kom fyri seg aftur og skapti spenning eftir heldur lakan innsats í 40 minuttir.

 

Danmark leyp á í síðstu sekundunum fyri at fáa javnað, sum hevði givið teimum longda leiktíð við javnleiki. Men tað miseydnaðist, og Frankaríki kundi í staðin senda bóltin í tóma danska málið.

 

##med2##

 

Eins og í allari kappingini vóru tað Mikkel Hansen og Mathias Gidsel sum tóku størstu tøkini. Við ávikavist níggju og seks málum hildu teir Danmark inni í dystinum, men tað var ikki nóg mikið til gull.

 

Fyrri hálvleikur var heldur keðiligur, men danir fingu hóast alt ein hampuliga byrjan við tveimum málum hjá Mikkel Hansen til 4-3 leiðslu.

 

Men teir donsku heimsmeistararnir rendu seg inn í álvarsligar álopstrupulleikar móti eini sterkari franskari verju. Eftir sjey minuttir uttan mál var Frankaríki á odda 6-4.

 

##med3##

 

Danska álopið fekk ikki glið á í fyrra hálvleiki, men tað gjørdi hinvegin tað franska. Niklas Landin, sum annars hevði tikið tvey brotskøst, fekk ikki fatur á nógvum bóltum ta einum løtuna.

 

Soleiðis kom Frankaríki á odda við trivaligu leiðsluni 14-10 í hálvleikinum.

 

Tá franski málmaðurin Vincent Gérard so byrjaði annan hálvleik við tveimum bjargingum, og leiðslan vaks til 16-10 og síðani til 18-12, sá svart út hjá Danmark.

 

Fronsku málini skutu fleiri í franska hópinum, og superstjørnan Nikola Karabatic hevði bara skotið eitt mál, tá hann skoraði til 21-16.

 

Sum ein einmansherur fekk Mikkel Hansen Danmark aftur í dystin við trimum málum á ráð, so støðan nú var 19-22 eftir at Gidsel fekk tvey mál, so var alt opið aftur við 21-22 og 11 minuttum eftir av dystinum.

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

Tá tevjaði Danmark blóð, men tað gjødist dýrt, at sami Mikkel Hansen tá fimm munitti vóru eftir, misnýtti eitt brotskast, tá støðan var 21-23.

 

Danmark kom kortini upp á 22-23, áðrenn Frankaríki skoraði síðsta málið. Kortini fekk Danmark møguleikan at javna í síðstu sekundunum, men tað miseydnaðist, tí Danmark misti bóltin.

 

/ritzau/

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

##med12##

 


Myndir: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix og Fabrice COFFRINI / AFP