Hongdir í lýsingini

Hóast mótmæli úr fleiri londum hava iraksku myndugleikarnir avrættað tveir av teimum gomlu leiðarunum afturat.

-Teir dømdu vórðu tiknir av døgum í lýsingini.

Tað var stutta svarið frá irakska stjórnartalsmanninum Ali al-Dabbagh, tá hann á einum tíðindafundi í morgun bleiv spurdur, um tað var satt, at hálvbróðir Saddam Hussein, Barzan Ibrahim al-Tikriti, og fyrrverandi dómarin Awad Ahmed al-Bandar vóru hongdir.

Talsmaðurin legði afturat, at høvdið á Barzan Ibrahim al-Tikriti bleiv skilt frá kroppinum, tá lemmurin fall undan honum.

-Tað er ikki vanligt, men tað var Guðs gerð, segði talsmaðurin.

Tá Saddam Hussein bleiv hongdur tann 30. desember, mótmæltu ST, ES, fleiri lond og mannarættindafelagsskapir, og roknað verður við somu mótmælum hesaferð. Upprunaliga skuldu Barzan Ibrahim al-Tikriti og Awad Ahmed al-Bandar takast av døgum sama dag sum Saddam, men avrættingin varð útsett orsakað av teimum nógvu mótmælunum.

Fyrrverandi russiski forsætisráðharrin Jevgenij Primakov heldur, at Saddam Hussein bleiv avrættaður beinanvegin fyri at forða fyri, at hann skuldi avdúkað ymiskt, sum kundi koma USA illa við.

-Hevði Saddam Hussein sagt alt, sum hann visti, hevði tað verið ógvuliga pínligt fyri George W. Bush, sigur Jevgenij Primakov.