Hongkong er í høgari tilbúgving, og tað mesta av virkseminum í landinum er stongt, nú útlit eru til, at ein ógvuslig melduródn fer at raka býin.
Væntandi er, at melduródnin, sum hevur fingið navnið Ragasa, rakar býin í dag.
Tíðindatovan NTB veit at siga, at myndugleikarnir hava heitt á fólk um at halda seg innandura, og øll flúgving er fyribils útsett til hósdagin.
Fólk hava keypt inn undir seg, og handilseigarar arbeiða við at tryggja vindeygu og hurðar móti vatni sum kann koma inn í ódnarveðrinum.
Myndugleikarnir í Hongkong ávara um nógv regn, tí væntandi er, at her verður bæði illveður og vatnfloymur.
- Væntandi er, at vatnstøðan við strandaøkini kann veksa við umleið tveimum metrum og uppí fimm metrar í ávísum økjum, veit NTB at siga.