Hópurin til EfB Cup úttikin

Jógvan Martin Olsen hevur úttikið 18 spælarar til EfB Spar Nord Elite Cup, sum verður í Esbjerg frá 23. til 29. mai, skrivar Fótbóltssambandið

Saman við hjálparvenjaranum, Jens Eriki Rasmussen, hevur Jógvan Martin Olsen, ið er høvuðsvenjari hjá U15-landsliðnum við dreingjum, úttikið hópin, sum í døgunum 23. til 29. mai fer til EfB Spar Nord Elite Cup í Esbjerg í Danmark.

 

Í kappingini verður spælt móti øðrum donskum klubbliðum, umframt at lið úr Noregi, Svøríki og Týsklandi onkur ár eisini luttaka. Næst á skránni hjá U15-dreingjunum aftaná EfB Spar Nord Elite Cup eru tveir venjingardystir móti Íslandi, sum vera í Føroyum 16. og 18. august, og um mánaðarskifti oktober-november er UEFA menningarkapping á skránni.

 

Hópurin:

 

Rasmus Helgason, 07 Vestur

 

Dánjal Petur Vilhelmson, 07 Vestur

 

Rasmus Emil Poulsen, B36

 

Djóni Sivertsen, B36

 

Dánial T. Mørkøre, HB

 

Dávid Reynheim, HB

 

Teitur Bogason, HB

 

Silas B. Joensen, HB

 

Rani Johannesen, HB

 

Páll Múller, KÍ

 

Hóri Klakstein, KÍ

 

Tróndur Sjúrðarson, NSÍ

 

Pauli Richardson, NSÍ

 

Markus Danielsen, NSÍ

 

Eyðtór Eyðsteinsson Joensen, Royn

 

Jeffrey Dulavík Berg, Skála

 

Kristian Jacobsen, Víkingur

 

Jens Eiler Samsson, Víkingur