Tað gevur eina góða meining at vera afturhaldin, tá ræður um at brúka hormonir til tess at byrgja upp fyri vansum í skiftisárunum. Tað vísir ein nýggj kanning, sum Kræftens Bekæmpelse hevur givið sítt íkast til. Kanningin gevur samstundis nýggja vitan um tær fylgir, sum kunnu vera við nýtslu av hormonviðgerð.
Kanningin vísir nevniliga, at sjálvt tíggju ár eftir, at kvinnur eru givnar við homonviðgerð, er vandin fyri bróstkrabba framvegis munandi øktur.
Í dag viðmælir eitt nú Kræftens Bekæmpelse, at kvinnur bert brúka hormonviðgerð í skiftisárum, um tær eru nógv plágaðar av eitt nú hitatúrum, skiftandi huglagi ella turrum slímhinnum. Tí, sjálvt um hormonviðgerð kann hjálpa upp á vansarnar, er greitt, at viðgerðin eisini økir um vandan fyri bróstkrabba.
Nýggja kanningin, sum júst er almannakunngjørd í medisinska tíðarritinum - Lancet - vísir, at tað eru allar møguligar orsøkir til at fylgja hesi vegleiðing.
- Kanningin setir eina tjúkka striku undir tey ráð, sum vit longu í dag geva kvinnum, nevniliga um bert at brúka hormonviðgerð, um tað er avgjørt neyðugt, og haraftrat skal viðgerðin helst brúkast so stutta tíð sum gjørligt.
Tað sigur Niels Kroman, sum er professari í bróstkrabbakirurgi á Ríkissjúkrahúsinum, og hann er eisini læknastjóri hjá Kræftens Bekæmpelse. Hann vísir á, at um tú brúkar hormonir, eigur tú eisini at taka steðgir inn ímillum í samráð við læknan.
- Tí, kanska eru teir vansar, sum tú upprunaliga hevði, burtur ella minkaðir so nógv, at tú kann minka um hormonviðgerðina – ella heilt halda uppat við viðgerðini, sigur hann.
Niels Kroman leggur dent á, at nýggja kanningin vísir, at vandin fyri bróstkrabba ikki økist hjá teimum kvinnum, sum fáa stikkpillarar við hormoninum, østrogen. Talan er her um tablettir, sum bert geva hormonir lokalt í skeiðini og sum ikki veksa um hormon-støðið í kroppinum annars.
Henda viðgerð verður vanliga bjóðað kvinnum í skiftisárum, sum líða av eitt nú bløðrubruna ella trupulleikum í skeiðini, eitt nú við turrum slímhinnum, men sum annars ikki eru plágaðar av hitatúrum.
Kanningin, sum talan er um, er hin higartil størsta av sínum slag og hevur savnað dátur frá fleiri enn 600.000 kvinnum kring heimin í aldrinum, 40-69 ár. 109.000 av hesum kvinnum fingu bróstkrabba eftir skiftisárini.
Úrslitini eru býtt eftir, 1) hvørt kvinnurnar ongantíð hava fingið hormonviðgerð, 2) um tær hava fingið, men eru hildnar uppat við viðgerðini – og 3) um tær framhaldandi fáa hormonviðgerð.
- Yvirskipað vísa úrslitini, at hormonviðgerð økir um vandan fyri bróstkrabba, og vandin økist – uttan mun til, um hormonviðgerðin bert fevndi um kvinnuliga kynshormonið, østrogen, ella um talan var um ymiskar blandingar av østrogeni og progesteron, sigur professarin, Anne Tjønneland, sum vegna Kræftens Bekæmpelses Center for Kræftforskning hevur hjálpt til við kanningini.
Økti vandin svarar sambært granskarum til, at um ein bólkur á 50 kvinnur í fimm ár fær hormonviðgerð, sum hevur østrogen og progesteron í sær, fær ein av 50 kvinnum staðfest bróstkrabba sum orsøk av viðgerðini.
Um kvinnurnar brúka slagið, sum skiftandi hevur reint østrogen í sær og aðrar tíðir hevur progesteron, verður talið av teimum, sum verða rakt av bróstkrabba, ein av hvørjum 70 kvinnum. Er talan hinvegin um hormonviðgerð við reinum østrogeni, verður talið av kvinnum, sum fáa bróstkrabba, ein av hvørjum 200.
##med2##
Kanningin vísir, at vandin fyri bróstkrabba er knýttur at, hvussu leingi kvinnurnar hava fingið hormonviðgerð, men kanningin staðfestir eisini, at vandin veksur longu, eftir at kvinnan hevur fingið hormonviðgerð í eitt ár. Eftir tíggjum árum verður vandin tvífalt so stórur sum eftir tøku av hormonum í fimm ár.
Aðrar granskingar hava víst, at vandin fyri bróstkrabba er øktur, sjálvt í tíðini eftir at hormonviðgerðin er hildin uppat. Higartil hevur verið hildið, at vandin fyri bróstkrabba minkaði lutfalsliga skjótt. Men, soleiðis er tað ikki sambært nýggjastu kanningini á økinum.
Nýggjasta kanningin vísir nevniliga, at sjálvt tíggju ár eftir, at kvinnan er hildin upp at við hormonviðgerðini, er vandin fyri bróstkrabba framvegis munandi størri, enn um kvinnan ongantíð hevði verið í hesi viðgerð. - Jú, longri kvinnan hevur verið í viðgerð, tess longri stendur vandin fyri bróstkrabba við, sigur Anne Tjønneland, granskingarleiðari.
Kelda: www.cancer.dk