Horvna gentan: Birna var í Kia-bilinum

Tekniskar royndir hava staðfest, at horvna gentan hevur verið í reyða Kia-bilinum

Íslendska løgreglan hevur fyri løtu síðani boðað frá, at kanningar hava staðfest, at 20 ára gamla Birna Brjánsdóttir, sum hvarv í Reykjavík farna vikuskiftið, hevur verið í reyða Kia-bilinum, sum løgreglan hevur lagt hald á.

Tveir mans, sum eru varðhaldsfongslaðir í málinum, høvdu leigað Kia Rio bilin, og hann var sæddur á onkrum vakmyndaupptøkum í Reykjavík um tað mundið, tá ið Birna Brjánsdóttir seinast var sædd.

Løgreglan hevur áður sagt, at prógv er um, at harðskapur er framdur í bilinum, og biologiskar royndir hava nú staðfest, at Birna Brjánsdóttir hevur verið í bilinum.

Sambært løgregluni hevur Kia-bilurin koyrt umleið 300 kilometrar leygarmorgunin, tá ið Birna Brjánsdóttir hvarv, og løgreglan arbeiðir við at finna fram til, hvar bilurin hevur koyrt. Tì hevur løgreglan heitt á allar bilførarar, sum hava upptøkutól í bilinum, um at kanna upptøkurnar fyri at vita, um teir síggja tann reyða bilin á upptøkunum. 

Menninir, sum eru skuldsettir og varðhaldsfongslaðir í málinum, nokta seg sekar. Løgreglan hevur ikki avhoyrt teir um vikuskiftið og hevur ikki avgjørt, nær teir aftur verða avhoyrdir.