Hotel Føroyar yvirtekur Hotel Vágar í morgin

Frá í morgin at rokna tekur P/F Gist & Vist, sum er felagið aftan fyri Hotel Føroyar, yvir raksturin av Hotel Vágum við flogvøllin í Vágum

Gist & Vist P/F hevur frá 1. mai 2014 yvirtikið raksturin av Airport Hotel í Vágum. Samstundis broytir hotellið navn til Hotel Vágar.

 

Hesum boða Kent Christensen, stjóri í 62°N Johannes Jensen, stjóri í Gist & Vist frá í kvøld.


62N hevur higartil staðið fyri rakstrinum av Hotel Vágum. Kent Christensen, stjóri í 62N sigur, at nú Gist & Vist P/F tekur yvir raksturin av hotellinum, fær 62N styrkt um kjarnuvirksemið sum fyriskiparar av ferðavinnutiltøkum.

 

– Vit fara framhaldandi at leggja dent á at fyriskipa okkara vælumtóktu uttanlandsferðir, t. d. til Barcelona, har nógvir føroyingar hava havt góðar ferðaupplivingar. Eisini okkara virksemi við bilútleigan og incoming er í góðum vøkstri. 62N sær møguleikar í einum framhaldandi góðum samstarvi við Gist & Vist P/F, sigur Kent Christensen.
 
Gist & Vist P/F rekur frammanundan Hotel Føroyar og Hotel Tórshavn umframt etika, hvonn og Áarstovu og aðrar matstovur.
 
Felagið stendur eisini fyri matstovuvirkseminum í Vága Floghavn. Johannes Jensen, stjóri í Gist & Vist P/F, sigur, at felagið við Hotel Vágum nú fær givið eina betri heildartænastu í Vágum.

– Hugsað verður serliga um tey, sum ferðast um flogvøllin, og ferðandi  í Vágum, umframt vistveiting í økinum, sigur hann.
 
Gist & Vist P/F hevur nýliga latið ársroknskapin fyri 2013 úr hondum. Roknskapurin vísti framgongd í søluni og eitt úrslit uppá 4,2 milliónir krónur fyri skatt.