Hotel Hafnia hevði 4,2 milliónir í avlopi

Árið í fjør royndist hampiligt hjá P/F Hotel Hafnia. Um hjálparpakkin árið fyri verður trektur frá, so var árið 2022 munandi frægar enn 2021

 

Bruttoúrslitið hjá felagnum var 68,5 milliónir í mun til 58,4 árið fyri. Men ársúrslitið í fjør upp á 4,2 milliónir krónur er heldur lakari enn í 2021, tá tað var 7,4 milliónir krónur – tó íroknað hjálparpakka.

Fíggjarjavnin hjá felagnum var 296 milliónir ímóti 282 árið fyri.

Eginognin hjá P/F Hotel Hafnia er nú 56,1 milliónir krónur í mun til 51,9 árið fyri.

Starvsfólkatalið er vaksið munandi, úr 127 í 2021 til 160 í 2022.

Í ársfrágeiðingini skrivar leiðslan, at høvuðsvirksemið hjá felagnum er at reka Hotel Hafnia og Hotel Brandan í Havn.

Um úrslitið sigur leiðslan, at tað er nakað verri enn væntað.

 

##med2##

Stjóri í felagnum er Pætur Trónd Thomsen. 

Nevndarformaður er Tummas O. Justinussen

Hinir nevndarlimirnir eru:

Aimi Justinussen

Jákup Sverri Kass

Jens Meinhard Rasmussen.